Felagið Blóðgevi varð stovnað 23. mai 2001 og hevur til endamáls at útvega sjálvbodnar blóðgevar til Landssjúkrahúsið og saman við øðrum tílíkum feløgum í Føroyum at tryggja, at sjúkrahúsini í Føroyum fáa nóg mikið av blóði.
(sí annars "Viðtøkur felagsins")
Á teimum trimum sjúkrahúsunum eru umleið 1.800 blóðgevar skrásettir. Samanlagt geva tey blóð umleið 2.000 ferðir um árið. Hetta er umleið 3 prosent av føroyingum.
Av tí at ein náttúrlig frágongd altíð er, er støðugt tørvur á nýggjum blóðgevum. Skal tørvurin nøktast, krevst at í minsta lagi 5 prosent av fólkinum eru blóðgevar.
Melda teg sum blóðgeva longu í dag.
Undir "Spurningar og svar" omanfyri fæst meira at vita um hetta, at geva blóð.




