Spurningar og svar
Hvussu er tað at geva blóð?
Blóðgávan tekur 5-10 minuttir, og tú merkir einki uttan eitt lítið prik.
Eftir blóðgávu fæst okkurt at drekka, meðan hvílt verður í 10 minuttir.
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.
Hvørji kunnu geva blóð?
At gerast blóðgevi krevur bert: góða heilsu, at tú ert millum 18 og 60 ár og tyngri enn 50 kg.
(Blóðgevar kunnu geva blóð til 65 ára aldur.)
Hvørjum tørvar blóðgávu?
Blóðið verður nýtt til:
-
Blóðtrot orsakað av medisinskum sjúkum, t.d. krabbameini.
-
Skurðviðgerðir.
-
Bløðingar.
-
Skaðatilburðir.
Hvat hendir við fyrstu vitjan í blóðbankanum?
Spurt verður um heilsustøðuna gjøgnum árini og blóðroynd verður tikin til ymsar kanningar.
Er alt í lagi, kanst tú geva blóð 3 mánaðir seinni.
Spurnarblað
Hesir eru spurningarnir fyrstu ferð tú ert í blóðbankanum.




